Counter  

Trúboðaragrunnurin

UUm grunnin

&Reglur

7Skriva umsókn

+Skriva til okkara
 
 
 
 
 
 
 
 
 

 

Trúboðaragrunnurin er heitið á einum grunni, sum hevur til endamáls at stuðla
øllum, ið hava at hug at vera trúboðarar. Antin tað er í stutta tíð, t.d. eina
summarfrítið við t.d. TeenStreet ella líkn., ella um tey hava hug at vera úti í
longri tíð.

Grunnurin varð stovnaður eftir hugskoti hjá Stephen Everett, sum sá at tørvur
er á, at ungfólk verða eggjaði til at fara út at boða orðið um Jesus. Stephen
tók stigið á einum ungdómsmøti í Filadelfia í Gøtu, og bað fólk, sum vildu
stuðla skriva seg á ein lista, har tey skuldu skriva navn sítt, hvussu nógvan
pening tey vildu lata og hvussu. Tey kundu velja ímillum at flyta peningin á
konto, ella í bússuna. Skotið varð upp, at tey skuldu ikki lata meiri enn kr. 20
hvør. Tilsamans vóru fleiri túsund krónur teknaðar, nógvar av teimum vóru
ætlaðar at koyra í bússuna. Tíverri er bússan ikki rættiliga komin í gongd enn,
so grunnurin hevur ikki eins nógvan pening, sum hann kundi havt, tó at nevndin
fyri grunnin á ongan hátt skal lata illa at. Tann 31.12.01 var á bók meiri enn
19.000 kr.

Grunnurin hevur ligið eitt sindur stillur í longri tíð, tí at tey, sum tóku sær
ábyrgdina av honum av ymsum orsøkum ikki rættiliga hava gjørt tað. Men nú verður
ein nýggj roynd gjørd at fáa grunnin í gongd, og neyðugt er at bera skjótt at,
tí skjótt verður neyðugt at taka ímóti umsóknum.

Henda heimasíða fer at virka sum andlit grunnarinnar úteftir í stóran mun,
umframt tíðindaskriv, sum fara at vera lisin upp á ungdómsmøtum av og á.
Her á síðuni fert tú at síggja reglugerðina og hvussu tú kanst søkja, so vitja
okkum aftur, áðrenn langt um líður.

Vegna Trúboðaragrunnin,

Eiler Hansen

 

Skriva í gestabókina Les gestabókina

Aftur  | Fram  |  Heim